
Umhvørvispolitikkurin hjá Runavíkar kommunu er nú farin til hoyringar.
Í umhvørvispolitikkinum, sum skal virka sum grundarlag fyri umhvørvisarbeiðinum hjá Runavíkar kommunu, stendur m.a., at kommunan vil arbeiða fram ímóti at avmarka óljóðsstigið og útlátið frá virkseminum á havnarløgunum.
Hetta fyri at sýna fyrilit fyri íbúgvunum í bygdum kring havnarløgini og aðrastaðni, sum óljóðið og útlátið røkkur út til.
– Runavíkar kommuna vil arbeiða við at finna eina loysn, har tað ber til at seta krøv til óljóðsstigið frá havnavirkseminum fyri at stýra óljóðsstiginum gjøgnum dagin.
– Miðað verður eftir, at Runavíkar havn kann veita landstreym til tey størru skipini, ið liggja við kai. Við hesum væntast, at óljóð og útlát í nærsamfelagnum minka í stóran mun, skrivar kommunan.
Runavíkar kommuna sigur eisini, at hon vil leggja trýst á landsmyndugleikarnar fyri at fáa ásett krøv til royk- og ljóðdálking, og syrgja fyri, at hesi krøvini verða fylgd.
Seinastu dagarnar hevur verið gjørligt at senda kommununi viðmerkingar til umhvørvispolitikkin umvegis teldupost, og hetta kann gerast til og við fríggjadagin 20. november.
Allur umhvørvispolitikkurin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald