Innanlands

Runavíkar kommuna mælir til at kóka vatni í Funningsfirði

Eisini verður skrivað at tað er týdningarmikið at kunna leigarar um, at neyðugt er at kóka drekkivatnið - arbeitt verður við at fáa tað í rættlag

2021-02-18 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trupulleikar hava verið við vatnininum í millum annað Runavíkar kommunu orsakað av frosti, og borgarum varð mælt til at spara vatn í farnu viku - serliga í Søldarfirði og í Funningi. 

Les eisini: Kommunur heita á borgarar um at spara vatn

Nú eru trupulleikar við vatninum  í Funningsfirði, og mælt verður til at kóka vatnið
har.

Runavíkar kommuna minnir eisini á, at um ein leigar hús út í Funningsfirði, er týdningarmikið at kunna leigara um, at neyðugt er at kóka drekkivatnið.

Arbeitt verður við at fáa drekkivatnið í rættlag, skrivar runavik.fo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder