Innanlands

Runavíkar kommuna: Talið á rottufráboðanum minkað

– Triðja árið á rað er talið á rottufráboðanum minkað. Hetta er eitt úrslit av tí áhaldandi og skipaða rottutýningararbeiðinum í kommununi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-02-26 22:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fjør fekk Runavíkar kommuna 47 rottufráboðanir. Tað er væl minni enn í 2018 tá 85 rottufráboðanir komu inn, og í 2017, tá 100 fráboðanir komu inn.

– Triðja árið á rað er talið á rottufráboðanum minkað. Hetta er eitt úrslit av tí áhaldandi og skipaða rottutýningararbeiðinum í kommununi, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Tó vísir kommunan á, at hóast talið av rottufráboðanum er fallandi, er framvegis umráðandi at halda fram við rottutýningini fyri at halda rottustovninum niðri.

– Sært tú eina rottu í kommununi, ger so okkum øllum ta tænastu, at ringja inn og boða frá. Harafturat vilja vit heita á borgaran um at ikki at geva dunnu, gás og villfugli fóður, sum rotta eisini kann halda seg framat og fáa føði burturúr.

[object Object]
Mynd: Runavíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder