Innanlands

Rundir starvsdagar í Heilsuhúsinum

Fríggjadagin varð hátíðarhildið, at Majbritt Vilhelmsen, Birgith Oskarsdóttir, Agnas McIntosh, og Elin Jacobsen høvdu starvast sum heimahjálpir í meira enn tíggju ár

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2021-04-24 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadag seinnapart var móttøka í Heilsuhúsinum í Havn í sambandi við, at fýra heimahjálpir høvdu rundað meira enn tíggju ár í starvinum.

Talan var um tær fýra Majbritt Vilhelmsen, Birgith Oskarsdóttir, Agnas Mcintosh, og Elin Jacobsen.

Agnas byrjaði í starvinum sum heimahjálp í august 2006, Birgith byrjaði í september 2009, og Majbritt og Elin byrjaði í starvinum í ávikavíst februar og apríl 2011.

Elin, Agnas, Birgith og Majbritt gera allar eitt megnar arbeiði fyri heimabúgvandi fólk, sum hava tørv á hjálp í gerandisdegnum. Teirra partur hevur ongantíð ligið eftir og sum tøkk fyri hetta, fingu tær eina gávu og heilsan frá borgarstjóranum, Heðini Mortensen, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

- Borgararnir kenna seg tryggar, tá ið tey síggja somu vælkendu andlitini aftur. Saman við tykkara arbeiðsgleði ger trúfesti í arbeiðinum allan munin í gerandisdegnum hjá bæði tykkum og borgarunum, segði Heðin Mortensen.

- Eitt er so í øllum førum púra víst, at 10 ár í hørðum umsorganararbeiði kann tykjast væl longri enn 10 ár á eini skrivstovu. Tykkara førleikar eru eisini nógv eftirspurdir millum arbeiðsgevarar, so at tit starvast hjá Tórshavnar kommunu, og at tit hava kýtt tykkum í starvinum í meira enn 10 ár, tað skulu tit hava stóra tøkk uppiborna fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder