Innanlands

Rundkoyringin verður liðug í september

Kinabrekkan skal asfalterast til Ólavsøku

2018-06-28 07:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arbeitt hevur verið leingi við at dagføra Kinabrekkuna í Vesturbýnum í Havn. Arbeiðið, sum upprunaliga var ætlað at skifta út ta stóru betongfelagsleiðingina, er vorðið meiri umfatandi enn upprunaliga ætlað.

- Status er, at allar leiðingar eru komnar í jørðina, arbeiðið at seta upp kantsteinar er í gongd og er um at vera liðugt í sunnara borði, sigur Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.

Í mun til upprunaligu ætlanina, eru fleiri aðrir leiðingsánarar, umframt kloakkdeildina, komnir við, hesir eru SEV, FT-Net, Fjarhitafelagið og Vatnverkið.

Var tað ikki so, at fjarhitaleiðingin kom niður í vegin nú, hevði tað verið neyðugt at grivið Kinabrekkuna upp aftur um fá ár, helst í 2020 ella 2021 eftir ætlanunum hjá Fjarhitafelagnum. 

Hetta hevur við sær, at Kinabrekkan verður fult dagførd, tá ið arbeiðið er liðugt.

- Kinabrekkan sjálv verður liðugt asfalterað til Ólavsøku. Tá manglar bara at gera rundkoyringina, sum verður liðug í september, tí feria kemur ímillum. Samstarvið við grannar (Blindastovn, Tilhald, Grønlendingahús, Jarðarferðir o.l), leiðingsánarar, ráðgevar, byggileiðslu og arbeiðstakara hevur gingið fyrimyndaliga væl, sigur Heini Eysturoy.

Talan er helst um størstu dagføring av vegum og leiðingum í kommununi í nýggjari tíð.
Seinasta stóra dagføringin var av Jóannesar Paturssonar gøtu, tó uttan fjarhita.

Arbeiðið gerst drúgvari, tí serliga bussleiðin skal kunna koyra so gott sum alla tíðina. Arbeiðið hevur í veruleikanum gingið væl, hóast fólk kanska ótolnast. Men tíðarætlanin heldur.

- So hóast fólk hava hug at ótolnast, so mugu vit staðfesta, at ferðslutrýstið er ovurstórt, men neyðugt er at halda og dagføra vegir og leiðingar. Vit arbeiða støðugt vit at betra um kunningina, sum altíð kann verða betur. Tó so, at grannarnir hava verið væl kunnaðir, sigur Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder