Innanlands

Rúni Vang Poulsen gevst sum stjóri

Ósemja ger, at stjórin á Smyril Line fer frá. Hann gevst í starvinum beinanvegin

Rúni Vang Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rúni Vang Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-13 15:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rúni Vang Poulsen gevst sum stjóri á Smyril Line. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi seinnapartin.

- Ósemja millum nevnd og stjóra ger, at partarnir hava valt at gera eina fráfaringaravtalu, verður sagt.

Nevndin takkar Rúna Vang Poulsen fyri áhaldni og gott arbeiði seinastu 12 árini, hvar felagi hevur verið í stórari menning.

Hann gevst í starvinum beinanveg.

Boðað verður frá, at Jens Meinhard Rasmussen verður fyribilsstjóri. Samstundis fer hann frá sum nevndarformaður, og Hendrik Egholm verður nevndarformaður fram til aðalfundin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder