Innanlands

Rúsan missir einkarrættin at innflyta rúsdrekka

Nýggj lóggáva skal skipa virksemið hjá matstovum og sekingingarstovum, so tað gerst lættari at fara í gongd við slíkt virksemi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-07-30 09:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vinnumálaráðið arbeiðir við ætlanum um at gera broytingar í rúsdrekkalóggávuni, sum ber í sær, at Rúsdrekkasøla Landsins missir einkarrættin til at flyta inn vín og brennivín til Føroyar.

Í fylgiskjølunum til Løgmansrøðuna framgongur, at ætlanir eru at gera ávísar broytingar fyri at koma ynskjum hjá matstovuvinnuni á møti.

- Matstovuvinnan hevur í fleiri umførum víst á, at teimum tørvar møguleikan at hava eitt breiðari úrval av m.a. dygdarvíni at bjóða gestum. Fyri at røkka hesum máli, sum eisini er í samsvari við ferðavinnupolitikkin, ætlar landsstýrið í hesi tingsetuni at broyta rúsdrekkalógina soleiðis, at fyritøkur, ið lúka ávísar treytir, kunnu innflyta vín beinleiðis, stendur at lesa í fylgiskjølunum.

Talan verður, sum skilst, um at geva nøkrum fyritøkum loyvi til at innflyta rúsdrekka, sum síðan kann seljast víðari til Rúsdrekkasøluna ella til aðrar fyritøkur við skeinkiloyvi.

- Einkarrætturin hjá Rúsdrekkasølu Landsins at selja beinleiðis til brúkaran verður ikki broyttur, verður staðfest í skjalinum.

Vinnumálaráðið hevur eisini ætlanir um aðrar broytingar fyri matstovuvinnuna. Hetta skal gerast við eini serligari matstovulóg, sum ásetur tær yvirskipaðu reglurnar, ið skuli haldast, tá farið verður undir at reka matstovu.

Í løtuni eru tað nógvir myndugleikar, ið skulu spyrjast, áðrenn farast kann undir matstovuvirksemi. Heilsifrøðoliga Starvsstovan skal góðkenn akøkin, brunamyndugleikarnir skulu góðkenna hølini, loyvisnevndin skal geva skeinkiloyvi, lørreglan skal geva eitt sokallað alment loyvi við upp- og afturlatingartíðum, og kommunalu myndugleikarnir skulu taka stæðu til ætlaða virksemi,

Talan er um eina tunga fyrisitingarliga umsóknarmannagongd, ið kann taka drúgva tíð. Ætlanin er tískil at áseta tær yvirskipaðu reglurnar í einari lóg. Meginendamálið við hesum er at gera tað lættari at fara undir hesa vinnu, eins og myndugleikaeftirlitið verður lættari, framgongur í løgmansfrágreiðingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder