Uttanlands

Russar sleppa ikki at rýma til Lettlands

Lettland, sum er grannaland hjá Russlandi, vil ikki loyva russum, sum rýma undan hertænastu, inn í landið

Edgars Rinkevics, uttanríkismálaráðharri í Lettlandi (Mynd: EPA)

Edgars Rinkevics, uttanríkismálaráðharri í Lettlandi (Mynd: EPA)

2022-09-21 16:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun boðaði russiski forsetin, Vladimir Putin frá, at Russland fór at senda 300.000 hermenn afturat til Ukraina, og um russar ynskja at rýma undan hertænastu, er eingin hjálp at finna í Lettlandi.

Lettland, sum er grannaland hjá Russlandi, vil ikki loyva russum, sum rýma undan hertænastu, inn í landið, sigur Edgars Rinkevics, uttanríkismálaráðharri í Lettlandi.

Tað er av trygdarávum, at Lettland hevur tikið hesa avgerð, sigur hann.

Tað at Russland kallar fleiri inn til herin, tulka fleiri lond sum, at Russland hevur trupulleikar á vígvøllinum í Ukraina. Bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace sigur, at Putin við hesum viðgongur, at innrásin í Ukraina hevur miseydnast.

Les eisini: Putin: 300.000 hermenn afturat kallaðir inn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder