Innanlands

Russisk skip við serligum áhuga í kaðalum

Endamálið er helst at fremja yvirgang, um tað skuldi blivið neyðugt

Russiski trolarin Lira við bryggju í Havn í dag. Lira varð herfyri avdúkað í Noregi fyri at hava njósningarútgerð umborð (Mynd: Sverri Egholm)

Russiski trolarin Lira við bryggju í Havn í dag. Lira varð herfyri avdúkað í Noregi fyri at hava njósningarútgerð umborð (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-19 13:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russisk skip hava í seinastuni gjørt nógv burtur úr at kortleggja eitt nú elkaðalar á havbotninum í fremmandum sjógvi. Sambært serfrøðingum, er endamálið við hesum í ringasta føri at fremja yvirgang.

Serliga í Eystrasalti og Norðsjónum hevur hetta virksemið við at kortleggja havbotnin verið stórt, skriva norðurlendskir miðlar í dag, eitt nú finska kringvarpið, Yle.

Áhugað í leiðingum

Serliga er áhugi fyri gassleiðingum, kaðalum til dátuferðslu og eftir øllum at døma vindmyllulundir til havs og kaðalarnir, ið knýta hesar til lands.

Russiska njósningin er avdúkað í einum samstarvi millum norðurlendsku kringvarpsstøðirnar NRK, DR, SVT og Yle, sum hava kannað ferðsluna hjá fleiri russiskum skipum í økinum.

Sambært serfrøðingum er endamálið hjá Russlandi at innsavna vitan, sum kann hjálpa teimum við at fremja yvirgang á elveitingina í norðurvestur Evropa, um tað skuldi verið neyðugt, skrivar Yle.

Talan er um eina sendiirøð í trimum pørtum, kallað Skuggakríggið, ið byrjar á norðurlendsku sjónvarpsstøðunum í kvøld. (á DR1 kl. 20.30, NRK1 kl. 19.00, SVT1 kl. 19.00)

Illgrunasamt rannsóknarskip

Í november í fjør frættu journalistar hjá Danmarks Radio, at russiska rannsóknarskipið Admiral Vladimirsky var statt í donskum sjógvi í Kattegat. Men ongir almennir upplýsingar vóru um hetta, tí skipið hevði sløkt AIS-sendaran.

Journalistarnir fóru tí út at leita eftir skipinum á leiðini, sum tey høvdu fingið frænir um, umvegis radioavlurting. Og rætt var, Admiral Vladimirsky lá har.

Menn í grímum sóust á dekkinum á 148 metra langa rannsóknarskipinum. Ein teirra var í hermannabúna, skottryggum vesti og við automatiskari hermannabyrsu. Fólkini umborð eygleiddu og avmyndaðu bátin hjá journalistunum.

Sambært sendingini er Admiral Vladimirsky als ikki tað einasta skip, sum ikki vil loyva almenninginum at síggja hvussu tað ferðast, skrivar Yle.

[object Object]
Rættiliga nógv russisk skip hava leitað sær havn í Havn hesar seinastu dagarnar (Mynd: Jan Müller)

Serligan áhuga í vindmyllum

Journalistarnir hjá DR hava umvegis avlurting eisini kunnað staðfest, hvussu Admiral Vladimirsky hevði ferðast. Tað fór úr Leningrad gjøgnum Eystrasalt og danskan sjógv út í Norðskjógvin.

Har legði tað seg við eina vindmyllulund úr fyri skotsku strondini í eina tíð. Síðan legði tað leiðina suðureftir móti Ermasundi, har tað eisini vísti seg at hava serligan áhuga fyri vindmyllulundum har.

Heimleiðin gekk gjøgnum niðurlendskan sjógv og rundan um Jútland til Kattegatt. Rutan hjá russiska skipinum er fyri DR kannað av einum fyrrverandi bretskum fregnartænastumanni, sum í sendingini gongur undir dulnevninum ‘James’.

Russland vil finna veikleikarnar

Hann metir, at fregnararbeiðið, sum skipið hevur gjørt, er ein roynd hjá Russlandi at finna fram til, hvussu vesturevropeiska el-framleiðslan og -veitingin kann órógvast.

- Russland er áhugað í at finna veikleikar, so at teir einaferð kunnu brúkast sum hóttan. Hvørjar høvdu avleiðingarnar verið, um Keypmannahavn missir streymin, ella um keypsskálin í London støðgar upp?

Fyrrverandi fregnartænastumaðurin sigur, at Admiral Vladimirsky og onnur skip, sum hoyra til herflotan, senda inn sínar upplýsingar til russiska fretnartænastuna.

Vitanin verður millum annað brúkt av GUGI, sum er deildin fyri djúphavsgransking hjá verjumálaráðnum.

GUGI er ein av mest loyniligu eindunum hjá verjumálaráðnum. Hernaðarlig njósning er ein partur av virkseminum. GUGI kortleggur eitt nú undirstøðukervið á havbotninum og hvussu eftiransing hjá mótpartinum kann órógvast. 

Journalistarnir hava eisini staðfest, at russisk før hava virkað í norskum sjógvi. Talan er um AIS-upplýsingar frá fleiri hudnrað skipum frá 2013 og frameftir.

Brúka sivil skip í krígsstøðu

Kanningarnar avdúkaðu, at 50 skip ferðast á ein hátt, ið kann geva illgruna um, at tey fáast við fregnarvirksemi. Skipini hava eitt nú ferðast nærhendis olju- og gassframleiðsluøkjum og nærhendis Nato-venjingum.

Sambært russiskari lóggávu kann sjóverjan í krígstíð gera brúk av sivilum skipum og tess manningum. Tað kann vera sum fiskiskip, flutnings- ella kanningarskip.

Ståle Ulriksen, lektari á norska verjuakademinum metir, at tað kann snúgva seg um fleiri hundrað skip. Og at hesi skip kunnu brúkast til at leggja minur út.

- Tað er rættiliga lætt at leggja minur út frá einum sivilum skipi á hernaðarliga týðandi øki. So hevur tú ætlanir um at leggja minur út í einum øki, og kanska hevur nøkur hundrað skip, sum kunnu brúkast til endamálið, so kanst tú lættliga fáa tað gjørt, skrivar Yle.

Njósnaraskip á Havnini

Sambært Kringvarpi Føroya, so eru fleiri av teimum nógvu russisku fiskiskipunum, sum í hesum døgum hava leitað sær havn í Tórshavn, verið undir illgruna fyri at hava framt njósnaravirksemi.

Hetta er galdandi fyri ‘Lira’, ið liggur við Skansabryggjuna, sum varð kannað í norskari havn í vetur eftir at vera komin úr Føroyum. Her var njósnaraútgerð umborð.

Og Melkart 5, sum stendur á beding hjá Mest, er trolarin, sum varð avdúkaður fyri at hava silgt meira enn 130 ferðir yvir einum samskiftiskaðali nærhendis Svalbarð stutt áðrenn hesin kaðalin slitnaði.

Fyrsti partur av ‘Skyggekrigen’ er longu nú tøkur á DRTV 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder