Innanlands

Móttikin við føroyskum dansi í dýrdarveðrinum

Ferðamannaskipið Ocean Nova vitjaði Vágbygd týsdagin, har serstakar upplivingar og blíðskapur vóru í hásæti

2026-06-10 09:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, týsdagin 9. juni, vitjaði ferðamannaskipið Ocean Nova Vágsbygd.

Vágs kommuna skrivar, at 66 ferðafólkum vóru umborð, og ar umstøðurnar kundu ikki verið betri.

- Veðrið var av tí besta, og Vágsbygd vísti seg frá sínari allarbestu síðu.

Ferðafólkini komu í land klokkan 13:30, har tey vórðu móttikin við føroyskum dansi saman við Jómsvíkingum. Síðani vóru nakrir møguleikar:

Fyrst gongutúrar vestur á Vágseiði og niðan á Eggjarnar saman við lokalum ferðaleiðarum, og eftir túrarnar vóru Ruth Smith Savnið og Sluppsavnið opin fyri gestunum, umframt at fleiri luttóku í ølsmakking hjá Biskupskeldu og VáXøl.

- Hóast náttúran, søvnini og ølsmakkingarnar gjørdu stórt inntrykk, var tað eisini blíðskapurin hjá fólkunum, sum ferðafólkini tosaðu um. Ein av gestunum spurdi enntá, hvat hetta var fyri eitt fólkaslag, sum búði her, tí hon hevði ongantíð upplivað slíkan blíðskap áður.

Fleiri løgdu eisini merki til, at hetta er eitt stað, har fólk ansa eftir hvørjum øðrum, og at børn tí kunnu spæla frítt úti á ein hátt, sum ferðafólkini ikki síggja hvønn dag 

Ocean Nova loysti frá landi aftur klokkan 19:00, staðfestir vagur.fo

Sí nakrar myndir niðanfyri:

[object Object][object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Myndir: vagur.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder