Tað var eitt russiskt bumbuflogfar, sum var orsøkin til spreingingarnar í ukrainska høvuðsstanum Kyiv tíðliga í morgun.
Sambært Vitali Klitjko, borgarstjóra í Kyiv, var talan um eitt flogfar av slagnum TU-95, sum skeyt rakettir úr Kaspiska havinum móti Kyiv, skrivar DR.
Rakettirnar raktu eystaru býarpartarnar Darnytskyi og Dniprovskyi.
Seinastu tíðina hevur annars verið nøkunlunda friðarligt í Kyiv, og hevur ukrainski høvuðsstaðurin ikki upplivað loftálop síðan síðst í apríl. Tá lat ein kvinna lív í einari spreinging í einum íbúðarbygningi.
Framvegis eru ongar fráboðanir um, at nakar hevur latið lív í álopunum í dag, men ein persónur varð særdur og koyrdur á sjúkrahús.
Russland hevur eisini tikið ábyrgdina fyri álopið.
Russiska verjumálaráðið sigur sambært fleiri miðlum, at málið var at raka stríðsvognar, sum Ukraina hevði fingið frá sameindum úr Eysturevropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald