Uttanlands

Russland: Boris Johnson sigur ósatt

At Putin skal hava hótt Boris Johnson í einari telefonsamrøðu er ikki rætt, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini

Dmitrij Peskov sigur, at Boris Johnson annaðhvørt tilvitað hevur logið ella hevur misskilt Putin (Mynd: EPA)

Dmitrij Peskov sigur, at Boris Johnson annaðhvørt tilvitað hevur logið ella hevur misskilt Putin (Mynd: EPA)

2023-01-30 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nýggjari heimildarsending hjá BBC sigur fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson at russiski forsetin, Vladimir Putin skal hava hótt við at senda eina rakett eftir honum, men tað passar ikki, sigur russiska stjórnin.

Tað var undir einari telefonsamrøðu stutt áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina, at Putin skal hava sagt við Johnson: "Boris, eg vil ikki skaða teg, men við einari rakett hevði tað bert tikið nakrar fáar minuttir".

Men sambært Dmitrij Peskov, talsfólki hjá russisku stjórnini er hetta ikki rætt.

Hann sigur, sambært BBC, at Boris Johnson annaðhvørt tilvitað hevur logið um, hvat varð sagt í telefonsamrøðuni, ella so hevur hann misskilt Putin.

– Har vóru ongar hóttanir um at brúka rakettir, sigur hann.

Les eisini: Boris Johnson: Putin hótti meg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder