Uttanlands

Russland er til reiðar at tosa um ukrainskan útflutning av hveiti

Tað segði Putin eftir at hava tosað í telefon við Emmanuel Macron, forseta í Fraklandi og Olaf Scholz, samveldiskanslara í Týsklandi

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2022-05-29 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin er til reiðar at umrøða, hvussu Ukraina aftur kann byrja at útflyta hveiti frá havnum í Svartahavinum.

Útflutningurin hevur verið hart raktur av krígnum í Ukraina, og eru trupulleikar við veitingini fleiristaðni í heiminum. Russland og Ukraina framleiða tilsamans nærum ein triðing av øllum hveitinum, sum verður brúkt í heiminum.

Russland hevur eisini útflutt nógv tøð, og Ukraina nógv mais og matolju.

Russland sigur seg vera sinnað at finna eina loysn á útflutningstrupulleikan, sigur skrivstovan hjá russiska forsetnaum í fráboðan eftir, at Putin hevur tosað í telefon við Emmanuel Macron, forseta í Fraklandi, og Olaf Scholz, samveldiskanslara í Týsklandi.

Í telefonsamrøðuni segði Putin, sambært Ritzau, at hann var til reiðar at øka um útflutningin av tøð og landbúnaðarvørum, um ein røð av revsitiltøkum móti Russlandi verða linkað.

Putin hevur nevnt sama krav í samrøðu við leiðarar í Italia og Eysturríki seinastu dagarnar.

Putin ávaraði eisini Scholz of Macron ímóti at lata tung vápn til Ukraina, og umframt hetta segði Putin eisini, at Russland er til reiðar at taka samskiftið við Ukraina uppaftur, og gav hann Ukraina skyldina fyri, at samráðingarnar millum londini eru steðgaðar upp.

Scholz og Macron heittu eisini á Putin um at byrja beinleiðis og seriøsar samráðingar við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. Sjálvur hevur ukrainski forsetin sagt, at tað ikki hevur eydnast honum at fáa ein fund við Putin, hóast hann hevur roynt.

Les eisini: Zelenskyj roynt til fánýtis at fáa fund við Putin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder