Uttanlands

Russland farið í holt við framleiðslu av umstrídda koppingarevninum

Koppingarevnið móti koronavirusinum, sum hevur fingið navnið Sputnik V, verður væntandi tøkt síðst í august, sigur russiska heilsumálaráðið

Koppingarevnið er munagott og trygt, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin (Savnsmynd)

Koppingarevnið er munagott og trygt, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin (Savnsmynd)

2020-08-15 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland er nú farið í holt við framleiðsluni av umstrídda koppingarevninum móti COVID-19, sum russisku heilsumyndugleikarnir góðkendu fyrr í vikuni.

Koppingarevnið fer væntandi at verða tøkt síðst í august, upplýsir russiska heilsumálaráðið sambært tíðindastovuni Interfax.

Tað var týsdagin, at russiski forsetin, Vladimir Putin, boðaði frá, at Russland, sum fyrsta land í heiminum, hevði skrásett eitt koppingarevni móti koronavirusinum.

Tað er granskingarstovnurin Gamaleya, sum hevur ment koppingarevnið, ið hevur fingið navnið Sputnik V.

Um allan heimin verður arbeitt við at menna eitt koppingarevni móti korona, og tey mest bjartskygdu høvdu áður boðað frá, at eitt koppingarevni kann væntast at verða klárt einaferð komandi ár.

Tí eru fleiri lond, umframt ES og Heimsheilsustovnurin WHO, sum ivast í góðskuni á nýggja russiska koppingarevninum. Orsøkin er m.a., mann ikki hevur roynt koppingarevnið á nógv fólk.

Russiska heilsumálaráðið sigur, at mann hevur roynt koppingarevnið á 76 fólk. Vladimir Putin, sigur, tó, sambært Ritzau, at koppingarevnið er munagott og trygt. Hann sigur enntá, at ein av døtrum hansara longu er vorðin koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder