Russiska loftverjan hevur í nátt skotið niður í minsta lagi fýra ukrainskar dronur í vestara parti av Russlandi, sigur russiska verjumálaráðið.
Sambært Reuters vórðu tríggjar dronur skotnar niður í Belgorod-landslutinum, og ein í Kursk-landslutinum. Eingin skaði stóðst av hesum, verður sagt.
Síðan mai hava fleiri dronuálop verið í Russlandi, og sambært russum er tað Ukraina, ið stendur aftanfyri.
Eitt nú leygarnáttina varð boðað frá, at Ukraina hevði roynt at lopið á Krim-hálvoynna við 20 dronum, sum allar vórðu skotnar niður ella oyðilagdar. Russland hertók Krim-hálvoynna í 2014, men tey flestu londini meta hana framvegis vera ein partur av Ukraina.
Les eisini: Dronur skotnar niður yvir Krim
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald