Uttanlands

Russland: Herða revsingina fyri landasvik og yvirgang

Fríggjadagin undirskrivaði russiski forsetin nýggju lógina, sum m.a. hevur við sær, at harðasta revsingin fyri landasvik er lívlangt fongsul

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2023-04-29 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur undirskrivað eina nýggja lóg um at herða revsingina hjá teimum, sum verða dømdir fyri landasvik og yvirgang.

Higartil hevur revsingin fyri landasvik verið upp til 20 ára fongsul, men sambært nýggju lógini, kann fongsulsrevsingin nú gerast lívlang.

17. apríl fekk  journalisturin og politiski stríðsmaðurin, Vladimir Kara-Murza 25 ára fongsulsrevsing fyri m.a. landasvik. Revsingin er tann harðasta, sum ein russiskur dómstólur hevur givið, síðan kríggið í Ukraina byrjaði í februar í fjør.

Altjóða mannarættindafelagsskapir og eygleiðarar ávara um, at Putin nú í størri mun  fer eftir mótstøðufólkum sínum. Tey flestu navnframu atfinnararnir eru annaðhvørt farnir av landinum ella koyrdir í fongsul fyri ákærur, sum sigast at vera politiskt motiveraðar, skrivar Ritzau.

Revsingin fyri onnur brotsverk er eisini herd. Revsingin fyri sabotasju er nú upp til 20 ár í staðin fyri 15 ár. Síðan russisku innrásina í Ukraina hava fleiri dømi verið um, at fólk, sum eru ímóti krígnum, fremja herverk á russiskar jarnbreytir fyri at forða fyri vápnaflutningi. Fleiri hava eisini sett eld á skrivstovur hjá herinum, eftir at Russland boðaði frá, at fleiri hundraðtúsund menn afturat skuldu sendast til Ukraina.

Harðasta revsingin fyri tað, sum Russland nevnir altjóða yvirgang, verður nú lívlangt fongsul í staðin fyri 12 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder