Í nátt hevur Russland bumbað eina sølumiðstøð og býlingin Podil í Ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv. Í minsta lagi seks persónar hava latið lív í álopunum, skrivar Ritzau.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko boðaði frá álopinum á sosiala miðlinum Telegram.
– Fleiri spreingingar í Podil-býlinginum. Sambært kunningini, vit hava í løtuni, eru fleiri heim og ein handilsmiðstøð rakt. Bjargingarlið, læknar og løgregla eru longu á staðnum.
Sambært borgarstjóranum vóru bjargingarfólk í holt við at basa einum stórum eldi í sølumiðstøðini.
Tíðindastovan Reuters skrivar, at túsundatals fólk eru deyð í krígnum í Ukraina, og fleiri enn tríggjar milliónir fólk eru rýmd úr landinum, síðan russiska innrásin byrjaði 24. februar.
Les eisini: Nærum fjórði hvør ukraini rýmdur úr heimi sínum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald