Uttanlands

Russland og Hvítarussland høvdu felags kjarnorkuvenjingar í dag

Ongar avmarkingar eru fyri kjarnorkudubbingini nú New Start avtalan millum Russland og USA fór úr gildi í februar

Russland royndu Sarmat rakettina á ókendum stað í farnu viku (Foto: Russian Defence Ministry/Reuters/Ritzau Scanpix)

Russland royndu Sarmat rakettina á ókendum stað í farnu viku (Foto: Russian Defence Ministry/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-05-18 15:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russland og Hvítarussland hava í dag gjøgnumført eina felags kjarnorkuroynd, har tey venja flutning og avhending av kjarnorkuvápnum og fyrireiking til kjarnorkuálop.

Í fjør staðsetti Russland sínar nýggju hypersonisku Orsejnik rekattir í Hvítarusslandi. Hetta er ein rakett, ið kann gerast út við kjarnorkuløðing, skrivar norska NTB tíðinastovan.

Í eini fráboðan í dag heldru hvítarussiska verjumálaráðið fast um, at royndin ikki var rættað móti einum triðjalandi, og at hon ikki er nøkur hóttan móti trygdini í økinum.

Í undanfarnu viku royndi Russland eina langtrøkkandi rakett, kallað Sarmat, ið eisini kann brúkast í møguligum kjarnorkuálopum.

Venjingarnar eru komnar í lag eftir at New Start atalan millum Russland og USA frá 2010 fór úr gildi í februar í ár. Harvið hvurvu forðingarnar hjá londunum, sum í avtaluni góvu lyfti um at avmarka kjarnorkudubbingina, skrivar NTB. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder