Ukrainski herurin sigur, at Russland í morgun hevur lopið á havnina í ukrainska havnabýnum Odessa, sum liggur út til Svartahavið.
Sagt verður, at fýra rakettir vórðu skotnar. Tvær vórðu skotnar niður av ukrainsku verjuni, meðan tvær raktu undirstøðukervið á havnini.
Hetta er dagin eftir, at Russland og Ukraina hava undirskrivað avtalu um útflutning av hveiti, sum Odessa hevur ein týðandi leiklut í.
Ukrainski tjóðartingslimurin Oleksij Honcharenko, sum er úr Odessa, finst hvassliga at Russlandi fyri at leypa á ein so týðandi havnabý dagin eftir, at avtalan er undirskrivað.
– Hesir búrhundarnir undirskriva avtalur við einari hond og skjóta rakettir við hinari, sigur hann á sosiala miðlinum Telegram sambært Ritzau.
ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres fordømir álopið.
Hann sigur, sambært DR, at vit hava eina altjóða matvørukreppu, og eru hesar vørurnar, sum sambært avtaluni nú skuldu útflytast, harðliga tiltrongdar fyri at hjálpa teimum milliónunum, sum líða kring allan heimin.
Les eisini: Avtala undirskrivað um útflutning: Prísurin á hveiti lækkar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald