Prísurin á hveiti er nú farin niður aftur á eitt støði, sum vit ikki hava sæð, síðan áðrenn russisku innrásina í Ukraina 24. februar. Í gjár skrivaðu Ukraina og Russland nevniliga undir avtalu um at lata upp fyri útflutning av hveiti.
Avtalan merkir, at latið verður upp fyri útflutning av hveiti í havnunum í Odesa, Tjernomorsk, og Pivdennyj í Ukraina, og at Russland fær møguleika at útflyta meira.
Tað er turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, sum hevur verið semingsmaður millum partarnar, og avtalan varð undirskrivað undir einum hátíðarhaldi í turkiska býnum Istanbul.
Tekniskt sæð er talan ikki um eina avtalu millum Ukraina og Russland, sum nú hava verið í kríggj í fimm mánaðir. Londini hava hvør sær undirskrivað avtalu við Turkaland og ST.
Ukraina og Russland eru millum størstu útflytarar av hveiti, men undir krígnum hevur Russland havt ræði á ukrainsku havnunum og harvið forðað Ukraina í at útflyta hveiti gjøgnum Svartahavið.
Hjá ST er endamálið við avtaluni at forða fyri, at milliónir av fólki fara at svølta orsakað av høgu prísunum á breyð, matolju og kunsttøð.
ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres leggur dent á, at meðan avtalan setur ferð aftur á útflutningin av ukrainskum hveiti, fer hon – hóast vesturlendsk revsitiltøk – eisini at loyva Russlandi í vissan mun at útflyta hveiti og kunsttøð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald