Russiska verjumálaráðið sigur, at tey í nátt hava skotið niður fýra ukrainskar rakettir yvir hálvoynni Krim, sum Russland hertók í 2014.
Ukrainar siga seg eisini hava rakt eina russiska flogstøð á Krim í nátt. Sambært Mykola Olesjtsjuk, herovasti hjá ukrainska flogvápninum, vórðu øll mál rakt.
Hetta er aðru ferð hesa vikuna, at Russland boðar frá einum álopi á Krim-hálvoynna.
Fyrr í vikuni varð eisini boðað frá, at Russland hevði skotið niður 36 ukrainskar dronur yvir Krim, og at Ukraina hevði rakt tvey hernaðarmál, m.a. eina hernaðarstøð nærindis Sevastopol, sum er størsti býur á hálvoynni, skriva fleiri miðlar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald