Uttanlands

Russland: Ukrainar brúktu dronur við tøkni úr Kanada

Sambært russiska verjumálaráðnum hava ukrainar brúkt dronur við tøkni úr Kanada at leypa á skipini í Sevastopol

Sevastopol (Mynd: Wikipedia)

Sevastopol (Mynd: Wikipedia)

2022-10-31 10:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið boðaði Russland frá, at landið tók seg úr kornavtaluni við Ukraina. Grundgevingin var, at Ukraina skal hava lopið á fleiri skip, og kann landið tí ikki tryggja tey skipini, sum taka lut í avtaluni.

Russland sigur, sambært Ritzau, at dronur við tøkni úr Kanada vórðu brúktar at leypa á skipini í havnabýnum Sevastopol á Krim-hálvoynni, og varð skotið úr einum øki nærindis ukrainska havnabýnum Odesa.

Sambært russiska verjumálaráðnum hava myndugleikarnir kannað vrakpetti frá dronunum. Ein av dronunum kom møguliga frá einum skipi, sum flutti korn úr Ukraina.

Avtalan um útflutning av korni og ørðum matvørum kom í lag millum Ukraina, Russland, ST og Turkaland í juli, og síðan august hava farmaskip siglt úr ukrainskum havnum við fleiri milliónir tons av korni.

Nato og ST heita nú á Russland um at endurnýggja kornavtaluna.

DR skrivar, at 16 skip við korni eftir ætlan skulu sigla úr Ukraina í dag.

Les eisini: – Eiga ikki at brúka mat sum vápn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder