![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
WADA, altjóða felagið ið arbeiðir ímóti doping í ítrotti, hevur í dag tikið avgerð um at Russland ikki kann luttaka í altjóða kappingum komandi fýra árini.
Doping hevur verið til staðar í russiskum ítrotti leingi, og nógvir íðkarar í ymsu ítrottargreinum eru fangaðir og dømdir. Trupulleikin hjá WADA er, at russiskir ítrottar mynduleikar ikki hava gjørt nakað fyri at betra um støðuna og hava heldur hjálpt íðkarum, ið hava nýtt doping við at geva skeiv tøl víðari til WADA.
Revsingin er hørð, og er sum skilst galdandi fyri allan altjóða ítrott. Tó kunnu einstakir íðkarar, ið kunnu prógva, at teir ikki hava verið dopaðir, luttaka til kappingar sum uttanveltaðair - ikki undir russiskum flaggi. Russland fær eisini møguleikan at luttaka til EM-endaspæli í fótbólti í 2020, ið liðið hevur spælt seg til. Har hava russaarar tveir heiadystir í Sankta Pætursborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald