Innanlands

Rútur datt úr lastbili

Rúturin rakti ein annan bil, sum fekk nakað av skaða frammanfyri, men hetta varnaðist lastbilførarin ikki

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-17 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár, stutt eftir klokkan fimm, fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein rútur var dottin úr einum lastbili, tá hann kom koyrandi eftir Kaldbaksvegnum.

Rúturin datt niður á ein annan bil, sum so fekk nakað av skaða frammanfyri. Sum skilst var tó eingin fólkaskaði.

Lastbilførarin varnaðist ikki hetta, og koyrdi hann tí víðari, og sambært vaktleiðaranum á politistøðini, fingu tey ongantíð staðfest, hvør átti rútin. Talan var um ein lamineraðan glasrút.

Vaktleiðarin minnir í hesum sambandi á týdningin av at tryggja allar lutir, sum mann koyrir við, so teir ikki detta av og elva til skaða.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder