
Á Erlu Kongsdóttir eru fleiri rútar farnir seinastu tíðina, men tað kemur eisini fyri á øðrum skipum.
Á Norrønu fór herfyri ein stórur rútur á nýggju barrini á ovastu hædd. Hetta hendi, meðan skipið var í sigling millum Føroyar og Danmark, visti Dagur og vika í kvøld at siga.
Eingin vandi var á ferð, og nýggjur rútur er settur í.
Fyri Kringvarpinum upplýsir Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, at talan var um ein konstruktiónsfeil, og skipasmiðjan hevur átikið sær ábyrgdina fyri hetta, og umvælt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald