Innanlands

Sálarheilsan undir COVID-19 átøkunum kannast

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til Fakfelagssamstarvið frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunnninum – Stuðulin á 319.462 kr. er til eina kanningarverkætlan, sum kallast: “Sálarheilsan hjá føroyskum løntakarum undir COVID-19 átøkunum”

Mynd: Gransking.fo

Mynd: Gransking.fo

2020-04-06 07:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fakfelagssamstarvið stendur fyri verkætlanini, sum fer at verða framd undir leiðslu av Anniku Helgadóttir Davidsen ph.d., og granskara á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Verkætlanarleiðarin sigur m.a. soleiðis um verkætlanina:

Samfelagsligu broytingarnar, sum COVID-19 hevur havt við sær, eru umfatandi:

Endamálið við hesari kanning er at lýsa, hvussu frástøðan og avbyrgingin í samband við COVID-19 ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum. Harumframt ynskja vit at varpa ljós á, hvussu fólk handfara serligu arbeiðsstøðuna, hvørs treytir eru heilt øðrvísi enn tær, vit vanliga kenna.

Ein av hypotesunum er, at ávísar starvsgreinar, t.d. heilsuøkið, er meiri tyngt enn aðrar greinar, av tí at umfarssóttin hevur lagt eitt stórt trýst á heilsuverkið. Hetta ger heilsustarvsfólkini meiri útsett fyri bæði smittu og strongd.

Harafturat hava vit eina hypotesu um, at familjur við børnum í størri mun enn familjur uttan børn kenna seg ovbyrjað av dupultu uppgávuni, ið tað er at vera til arbeiðis samstundis sum børnini skulu ansast og/ella undirvísast heima.

Sosial avbyrging kann harafturat hava stóra neiliga ávirkan á trivnaðin, og tí hava vit eisini eina hypotesu um, at tey, ið hava verið nógv avbyrgd uttan sosialt samband, meta sálarheilsuna at vera verri enn tey, ið hava havt regluligt samband við onnur.

Úrslitini frá hesari kanning kunnu nýtast til at kortleggja sálarligu avleiðingarnar av COVID-19, umframt at greina áleikandi og framtíðar tørvir.

Les meiraá heimasíðuni hjá Granskingarráðnum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder