Mentan

Sálmakvøld í Christianskirkjuni

Í kvøld kl. 19.30 verður boðið til sang- og sálmakvøld í Christianskirkjuni

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2023-08-01 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld, 1. august klokkan 19.30, verður boðið til sang- og sálmakvøld í Christianskirkjuni.

– Vit fara at syngja sálmar úr sálmabókini, enskar hymnur við fylgispæli frá Klaksvíkar hornorkestri, sálmar úr sálmaískoytinum, umframt onkrar barnasangir, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

M.a. verður sungið  "Amazing grace", "Algóði Gud mín faðir er", "Mín bátur er lítil", "Tann dagur tú gavst", umframt nógvir aðrir kendir sálmar.

Litturgur verður Marjun Lómaklett, sum kemur at hava eina stutta andakt. Aftaná er ein drekkamuður í kirkjukjallaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder