Aftur í kvøld er beinleiðis sending úr VB-húsinum í Vági, har tað í kvøld eru sálmar og sangir á skránni.
Tað er dýri biðidagur, og hesa tíðina er vanligt at fleiri leita í kirkjur og samkomur, at syngja ella lurta eftir sálmum og sangum. Men sum støðan er, ber hetta ikki til, og vóru tí stig tikin til at senda beinleiðis aftur íkvøld.
Síðani byrjað var upp á hesar hugnaløturnar, hava nærum 100.000 sýningar verið, av teimum ymisku tiltøkunum, ið senda hava verið, so undirtøkan hevur verið sera góð.
Á skránni til sendingina íkvøld, eru framførslur, sangur, prát og eisini hugni. Tey luttakandi eru Hjalmar og Dagfinn, ein partur av Orðið á borði, Sára, Julia og Karina, umframt at verturin fer at leiða kvøldið, og eisini tekur ímóti lurtaraynskjum.
Sendingin byrjar klokkan 20 íkvøld, og heldur á til umleið 21.30 ella so leingi sálmar og sangirnir runga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald