 
                
            Mánadagin 23. oktober verður hátíðarhildið, at Posta heiðrar SALT við frímerkjaútgávu.
Talan er um tvey frímerki, eitt á virði 21 krónur, og eitt á virði 61 krónur.
– Slíkar útgávur eru ikki á hvørjum degi, og má hetta sigast at vera ein viðurkenning av SALT sum einum av mentanarmiðdeplunum í Føroyum, skrivar SALT í tíðinsaskrivi.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/10/21/gallery-thumbnail/1697891273oapq2qngel.webp)
– Ein frímerkjaútgáva merkir eisini, at kunning um SALT verður borin út um allan heim, á sjey ymiskum málum: føroyskum, donskum, enskum, týskum, fronskum, sponskum og kinverskum.
Hátíðarhaldið byrjar kl. 19.30, og dyrnar lata upp klokkan 19. Á skránni verður tónleikur frá Tvøroyrar Hornorkestur, og Ingun Nolsøe Olsen frá Posta hugleiðir um post og frímerki. Posta bjóðar eisini okkurt leskandi og munnbitar.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/10/21/gallery-thumbnail/16978912951hrj6zadkh.webp)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald