Innanlands

Sama aldursmark fyri øll solarium - kann verða við at verja fyri krabbameini

Krabbameinsfelagið tekur undir við nýggju tilmælinum hjá Heilsustýrinum um at avmarka møguleikarnar at nýta solarium í Føroyum. Serliga skulu børn og ung verjast.

- Við hesum verður gjørt greitt, at aldursmark eigur at vera galdandi fyri øll solarium – uttan mun til hvør bjóðar tey. At víðka lógina verður tískil eitt týðandi fet rættan vegin at verja børn og ung og at fyribyrgja krabbameini

- Við hesum verður gjørt greitt, at aldursmark eigur at vera galdandi fyri øll solarium – uttan mun til hvør bjóðar tey. At víðka lógina verður tískil eitt týðandi fet rættan vegin at verja børn og ung og at fyribyrgja krabbameini

2026-09-02 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilsustýrið mælir til, at solariumlógin verður víðkað.

Hetta gjørdi stýrið greitt í longri skrivi og tilmælum, sum Heilsu- og orkumálaráðið fekk í summar.

Harvið hevur politiski myndugleikin fingið vegleiðingar um, hvat kann gerast fyri at avmarka solariumnýtslu - serliga fyri børn og ung. 

- Lógin skal víðkast soleiðis at hon eisini fevnir um privatar veitarar av solarium. Í dag er solariumlógin, sum ásetur 18 ára aldursmark, einans galdandi fyri almennar veitarar. Tað merkir, at børn og ung lógliga kunnu brúka solarium í privatum fyritøkum.

Harumframt mælir Heilsustýrið til, at greið regulering, skráseting og eftirlit verða sett í verk. 

Sí eisini: 
Heilsustýrið: Verandi solariumlóg ikki nøktandi

Tað er sjálvandi ein spurningur um heilsu. Og Krabbameinsfelagið hevur nú gjørt greitt, at felagið  tekur undir við tilmælinum hjá Heilsustýrinum.

- Solariumnýtsla er væl skjalprógvað sum krabbameinselvandi og serliga vandamikil fyri børn og ung.

Hetta stendur ovarliga í tilmælinum hjá Heilsustýrinum. Og Krabbameinsfelagið knýtir upp í:

- UV-stráling frá solarium er krabbaelvandi og økir váðan fyri bæði móðurmerkjakrabbameini og øðrum húðkrabba. Váðin er serliga stórur, tá mann byrjar at taka solarium í ungum árum.

Við hesum verður gjørt greitt, at aldursmark eigur at vera galdandi fyri øll solarium – uttan mun til hvør bjóðar tey. At víðka lógina verður tískil eitt týðandi fet rættan vegin at verja børn og ung og at fyribyrgja krabbameini.

Les tilmælið hjá Heilsustýrinum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder