Innanlands

Samband er aftur í dag

Umboð fyri partarnar í sáttmálatrætuni sita við Semingsstovninum annan dagin á rað. Tað er tó óvist, um Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin hjá fíggjarmálaráðnum nærkast nakað

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Hvørki hon ella Hvørki Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini, høvdu nakra viðmerking til Kringvarpið fyrrapartin

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Hvørki hon ella Hvørki Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini, høvdu nakra viðmerking til Kringvarpið fyrrapartin

2023-11-14 15:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur gingið striltið at fingið gongd í samráðingarnar millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og og Fíggjarmálaráðið.

Stutt eftir at Løgtingið legði uppí og lóggav sjúkrarøktarfrøðingunum aftur til arbeiðis, umframt at Fíggjarmálaráðið kærdi felagið til Fasta Gerðarættin fyri ikki at halda fráboðarfreistina, mælti Terje Sigurðsson frá Semingsstovninum til, at partarnir tóku annað skinn um bak.

Seinastu dagarnar hevur samband verið millum partarnar og Semingsstovnin, og klokkan 11 í dag byrjaði fundur í hølunum hjá Semingsstovninum. Hesum boðaði Kringvarpið frá fyrr í dag.

Fróði Sivertsen, varasemingsmaður, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at partarnir vóru bodnir á fund - hvør sær og hetta fyri at vita, um nakar møguleiki er at hóma fyri at koma víðari til veruligar samráðingar.

Sum skilst er einki semingsuppuppskot á borðinum, og eingin av pørtunum vildi gera viðmerkingar til KVF fyrrapartin. Tað er óvist, um nakað ítøkiligt er komið burturúr higartil.

Hetta er annar dagur á rað, at slíkur fundur er á skránni. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar lýsti arbeiðssteðg fyrst í oktober. So líðandi fóru fleiri í verkfall, men fyriuttan 2. november, hava ymisk undantøk verið fyri at halda sjúkrahúsverkinum koyrandi - seinastu tíggju dagarnar hevur hetta verið galdandi við lóg.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder