Innanlands

Sambandið vil hava sjálvstýri

Eldhugaði samríkisflokkurin vil staðfesta, at Føroyar eru eitt sjálvstýrandi land í danska ríkinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-31 12:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

"Nýtt Samband” kallast nýggja útspælið hjá Sambandsflokkinum.

Eftir í longri tíð at hava tosað um at nýmótansgera og dagføra ríkisfelagsskapurin, hevur Sambandsflokkurin nú orðað ein nýggjan politikk fyri, hvat flokkurin ætlar í ríkisfelagsskapinum.

Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, legði politikkin fram á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum fyrrapartin.

Sambandsflokkurin er framvegis ein samríkisflokkur, sum gongur inn fyri felags kongshúsi og at Føroyar sum nakað sjálvsagt framhaldandi skulu hava umboðan á Fólkatingi.

[object Object]

Men Sambandsflokkurin heldur nú, at Heimastýrislógin frá 1948 eigur at avloysast av eini sjálvstýrislóg, har ávís týðandi viðurskifti verða staðfest, so at viðurskiftini landanna millum verður í tráð við veruleikan í dag.

Føroyar skulu vera eitt sjálvstýrandi land í ríkinum, sigur flokkurin nú.

Stórrættarfyrimunir og rættartrygd

- Tí skal gerast greitt, hvørjar fortreytir framhaldandi skulu vera galdandi í einum nýggjum ríkisfelagsskapi. Hesar fortreytir eru grundaðar á stórrakstrarfyrimunir og annars yvirskipaða rættartrygd.

Hesi mál verða listað sum mál, ið framhaldandi skulu vera felagsøki:

  • Grundlóg
  • Gjaldoyra
  • Kongshús
  • Rættarskipan
  • Politi, ákæruvald og kriminalforsorg
  • Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur (partvíst)

Høvuðssetningarnir í nýggja politikkinum snúgva seg um

  • Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk
  • Lógarkarmarnar í ríkisfelagsskapinum
  • Ríkisveitingina

Viðvíkjandi uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkinum staðfestir Sambandsflokkurin, at tørvur er á eini nýskipan av ríkisfelagsskapinum, har uttanríkispolitiska rásarúmið hjá Føroyum verður víðkað í enn størri mun, har politikkurin hjá ríkinum verður lagdur í fastar rammur, so at tað ongantíð er ivi um hvør hevur avgerðarrættin í síðsta enda.

Lættari at fáa altjóða limaskap

Uttanríkispolitikkurin skal tí býtast í tvey, har staðfest verður, hvørjar avgerðir liggja í Føroyum, og hvørjar eru felags.

- Tann føroyski parturin av uttanríkispolitikkinum skal vera á føroyskum hondum, og hetta skal staðfestast við tí, sum bert viðvíkir okkum – tað eru altjóða- og millumtjóða felagsskapir, fiskiveiðiavtalur og handilsavtalur.

Við at fáa hetta staðfest roknar Sambandsflokkurin, at tað verður lættari hjá Føroyum at fáa limaskap í altjóða felagsskapurin.

Í øðrum lagi skal felagspolitikkurin staðfestast, so føroyska og grønlendska stjórnin verður tikin við í uttanríkis- og verjupolitiskum viðgerðum.

Sambandsflokkurin mælir í hesum sambandi til at broyta Stýrisskipanarlógina, soleiðis at uttanlandsnevnd løgtingsins verður umboðað eftir lutfallinum í løgtinginum, og at landsstýrismaðurin við uttanríkismálum fær ábyrgdina av at kunna uttanlandsnevndina um uttanríkispolitisk mál av týdningi, eins og skipanin er á fólkatingi.

[object Object]

“Eitt sjálvstýrandi land í ríkinum”

Heimastýrislógin skal eisini avloysast av eini nýggjari sjálvstýrislóg, sum skal:

- ...skapa nýggju karmarnar fyri Føroyum, sum eitt sjálvstýrandi land í ríkinum. Lógin skal staðfesta, at um Føroyar ynskja at loysa seg úr felagsskapinum, so eru tað føroyingar sjálvir, sum avgera tað. Teir nýggju føstu karmarnir fyri uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkin skulu staðfestast í lógini. Uttanríkispolitiska heimildarlógin skal setast úr gildi.

Viðvíkjandi ríkisveitingini sigur flokkurin:

- Fyri Sambandsflokkin er tað týdningarmikið at staðfesta, at tað ikki er ríkisveitingin, sum smilmarkar okkum sum flokk. Hinvegin, ynskja vit ikki at spæla hazard við vælferðini og haldførinum í Føroyum.

- Sambandsflokkurin vil, at so hvørt sum málsøki verða yvirtikin, taka vit fulla fíggjarliga ábyrgd. Har sum vit valda, skulu vit gjalda.

Dansk-føroysk kommisión skal orða uppskot

Við hesum í huga vil flokkurin nú royna at fáa niðursett eina kommisjón, mannað við umboðum úr Føroyum og Danmark, sum skal arbeiða við at orða nýggju heimastýrislógina, og hetta verður helst eisini tað fyrsta, sum flokkurin fer at leggja orku sína í, kom fram á tíðindafundinum.

Upp á fyrispurning segði Bárður á Steig Nielsen, at Sambandsflokkurin ikki hevur brúkt onnur lond sum fyrimynd í arbeiðinum at orða henda politikkin. Um hvussu Føroyar kunnu uppnáa limaskap í altjóða felagsskapum við hesi ætlan Sambandsfloksins, segði floksformaðurin, at flokkurin roknar við, at tað verður lættari, tá tað verður staðfest í felags sáttmála millum Føroyar og Danmark, at Føroyar nú eru eitt sjálvstýrandi land í ríkinum.

Eitt land ella eitt øki

Ivi varð sáddur um hetta á tíðindafundinum.

Eitt nú vísti fyrrverandi framsóknar- og fólkaflokspolitikkarin og núverandi advokaturin, Janus Rein á, at í sambandi við at hann sum advokatur hevur arbeitt við at veita føroyskum ítróttasambandum altjóða viðurkenning ongantíð hevur eydnast honum at finna nakað dømi um, at onnur lona hava viðurkent og eiheldur umrødd Føroyar sum “eitt land”.

- Allur heimurin umrøður okkum sum “eitt øki”. Tað eru bara vit sjálvi, sum umrøða okkum sum “eitt land”, staðfesti Janus Rein, og fyrrverandi løgmaður og formaðurin í Sambandsflokkinum svaraði:

- Fyri okkum hevur tað ongantíð verið nakar ivi um, at Føroyar eru eitt land, og tað er tað, sum vit vilja staðfesta við hesum nýggja politikkinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder