Mentan

Samfelagsstevna í Havn

Hesa vikuna stevnan hjá brøðrarsamkomuni í Havn við møtum í Ebenezer og í ítróttahøllini á Hálsi

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-10-30 12:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesa vikuna hevur brøðrarsamkoman samfelagsstevnu í havn. Stevnan verður í Ebenezer og í ítróttarhøllini á Hálsi í døgunum 1. til 5. november.

Evnið í ár er ”Tit trúgva á Gud, trúgvið á Meg við, sigur Jesus”. Endamálið er at vísa á Jesus, sum okkara einastu vón. Bæði fyri mannaættina og fyri hvønn einstakan. Eisini ynskja vit at møta øðrum, sum trúgva á Jesus og at hava samfelag við tey.

Á stevnuni vera talarar úr ymsum pørtum av landinum. Góður felagssangur verður og Betesdakórið, Ebenezerkórið, Manskórið í Ebenezer og onnur syngja.

Byrjað verður mikukvøldið við bønamøti í Ebenezer. Um vikuskiftið verða møtini í Høllini á Hálsi.

Av serstøkum tiltøkum kunnu vit nevna, at:

- fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 22.30 er opið hús, sum serliga er ætlað ungum – tó eru øll vælkomin.

- leygardagin seinnapart er eitt tiltak fyri øll ættarlið. Byrjað verður við kafé kl. 13 og endað verður við familjumøti kl. 15.

Samfelagsstevnan er ætlað øllum. Bæði teimum, sum eru von at ganga á møti og teimum, sum ikki eru von at ganga á møti. Deyvatulking er á møtunum um vikuskiftið, og tá verða møtini eisini stroymd. Meiri kunning á Ebenezer.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder