Samgongan bíðar eftir fótbóltinum

Í gjárkvøldið var eitt uppskot til samgonguskjal klárt. Tað hevur verið til viðmerkingar í flokkunum. Tey fara í dag og kanska í kvøld at viðgera viðmerkingarnar. Gongur tað væl, so verður býti av málsøkjum á skrá í morgin

Mikudagin byrjaðu teir tríggir flokkarnir samráðingar um møguliga at skipa nýggja samgongu. Í løtuni eru flokkarnir saman aftur í løgtinginum, men arbeiðið at gera samgonguskjalið liðugt bíðar, til aftan á HM-finaludystin millum Argentina og Frakland. (Mynd frá mikudegnum: Sverri Egholm)

Mikudagin byrjaðu teir tríggir flokkarnir samráðingar um møguliga at skipa nýggja samgongu. Í løtuni eru flokkarnir saman aftur í løgtinginum, men arbeiðið at gera samgonguskjalið liðugt bíðar, til aftan á HM-finaludystin millum Argentina og Frakland. (Mynd frá mikudegnum: Sverri Egholm)

2022-12-18 15:57 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Mikudagin byrjaðu samráðingar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn um at skipa nýggja landsstýrissamgongu.

Upprunaliga var málið, at mann fríggjadagin skuldi kunna siga, um hesir flokkarnir fóru at skipa samgongu ella ikki. So skjótt gekk tað ikki, men í gjárkvøldið var komið so langt, at eitt uppskot til samgonguskjal lá á borðinum.

Uppskotið hevur nú verið til viðmerkingar í tingmanningunum hjá flokkunum, og teir eru komnir samanaftur í løgtinginum at gera samgonguskjalið liðugt.

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari og formaður Javnaðarfloksins, sigur við Portalin, at viðmerkingarnar eru nógvar í tali, men at tær ikki broyta nakað við høvuðspunktunum.

Í løtuni situr onkur og hyggur eftir fótbólti, og aftan á dystin fara vit í gongd og fara væntandi at arbeiða út á kvøldið. Gongur tað væl í kvøld, so fara vit at viðgera málsøkjabýtið í morgin, sigur Aksel V. Johannesen.

Dysturin, ið sipað verður til, er HM-finaludysturin millum Argentina og Frakland. Hann verður væntandi liðugur umleið klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder