
Fyri stórari viku síðani for uppskoti hjá nýggju samgongan til um broytingar í fiskivinnulóggávuni til hoyringar.
Nú uppskotið hevur verið til hoyringar, skal samgongan umrøða lógina, og tað gongur fyri seg seinnapartin. Umframt tingbólkaformenninar hava landsstýrisfólkini eisini boðið samgonguumboðunum í Vinnunevndini á fund.
Kringvarpið veit frá, at Sambandsflokkurin helst vil hava orðingar broyttar. Magnus Rasmussen, formaðurin fyri tingbólkin hjá Sambandsflokkinum, sigur við Kringvarpið, at flokkurin hevur gjørt viðmerkingar til uppskotið - eins og vanligt er í slíkum førum.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í flokkinum og løgmaður, sigur, at nakrar orðingar í uppskotinum skulu neyvlýsast. Hann vil ikki útgreina, hvørjar viðmerkingarnar eru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald