
Í dag hava flokkarnir í nýggju CEF-samgonguni sitið hvør sær og viðgjørt, hvør skal út í landsstýrið at sita, men longu í morgin skal tað vera greitt.
Fyrrapartin klokkan 8:45 verður tíðindafundur í løgtinginum, har samgonguskjalið verður lagt fram.
Klokkan 10 kemur tingið saman fyri fyrstu ferð, og tá skulu eitt nú løgtingsformaður og løgmaður veljast.
Seinnapartin klokkan 14 verður móttøka fyri nýggja landsstýrinum í Tinganesi.
Kringvarpið sendir beinleiðis frá tíðindafundinum og tingfundinum í morgin í bæði útvarpi og sjónvarpi. Her á Portalinum fylgja vit væl við politiska virkseminum í morgin, og hava nógv tilfar gjøgnum allan dagin.
Les eisini: Flokkarnir velja landsstýrisfólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald