Samgonguskjalið er liðugt

Í kvøld hava teir tríggir flokkarnir arbeitt við síðstu snøklunum í ætlaða samgonguskjalinum, og stutt fyri midnátt fóru fólk úr løgtingshúsinum. Tey skulu hittast aftur í morgin at viðgera býti av málsøkjum

Mánadagin varð Aksel V. Johannesen valdur til samráðingarleiðara og fekk møguleika at royna at skipa nýggja landsstýrissamgongu. Nú sær út til, at hann er tætt við at hava skipað samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-18 23:58 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava síðan mikudagin fundast um at skipa nýggja samgongu.

Fríggjakvøldið var ein kladda til eitt samgonguskjal á borðinum. Tað hevur verið til viðgerðar hjá flokkunum, har teir hava gjørt viðmerkingar. Í gjár hittust flokkarnir at fáa teir síðstu snøklarnar upp á pláss. Um neyðugt skuldu teir eisini hittast aftur í dag.

Flokkarnir hittust í løgtingshúsinum, har fólk m.a. hava hugt eftir fótbóltsdysti millum Argentina og Frakland. Eftir tað hava tey fundast um samgonguskjalið.

Klokkan hálvgum tólv í kvøld fóru fólk úr løgtingshúsinum, og ætlanin er at hittast aftur í morgin ári. Sum skilst er samgonguskjalið liðugt, og í morgin er býti av málsøkjum á skrá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder