Innanlands

Samlaðu útreiðslurnar hjá Landsbankanum vóru 11,5 millónir krónur

Hetta er næstan ein og ein hálv millión hægri enn í 2023. Tó vóru nettoútreiðslurnar beint yvir eina millión lægri enn játtanin

Á inntøkusíðuni er játtanin 1,6 millónir krónur, men inntøkan varð 3,6 millónir krónur

Á inntøkusíðuni er játtanin 1,6 millónir krónur, men inntøkan varð 3,6 millónir krónur

2025-04-16 13:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ársfrágreiðingin frá Landsbankanum er nú tøk og umrøður millum annað landskassans gjaldføri og skuld, landsbankans virksemi, umframt fíggjarviðurskifti landsbankans í 2024.

Landsbankin er á fíggjarlógini sum ein vanligur stovnur. Uppgávur landsbankans eru íløgu- og lánsrøkt fyri landskassan, og at eygleiða og greina fíggjargeiran. Landsbankin er skrivstova fyri Føroya Váðaráð, sum greinar systemiskar váðar í fíggjargeiranum. Harumframt er landsbankin skrivstova fyri Búskaparráðið, og ger greiningar fyri ráðið. Landsbankin umsitur eisini Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, har størsta uppgávan er íløgurøkt og at áseta útgjald á hvørjum ári.  

Samlaða inntøkujáttanin var í 2024 1,6 millónir krónur, meðan samlaða útreiðslujáttanin var 10,6 millónir kronur.  Tað vil siga ein netto játtan á 9 milliónir krínur

- Samlaðu útreiðslurnar hjá Landsbankanum vóru 11,5 mió. kr. í 2024 samanborið við 10,1 mió. kr. í 2023. Av teimum 11,5 mió. kr. vóru 8,5 mió. kr. lønir (7,5 mió. kr. í 2023) og keyp av vørum og tænastum við meira vóru 2,8 mió. kr. (2,4 mió. kr. í 2023). Keyp av vørum og tænastum er í stóran mun útreiðslur til KT, virðisbrævabókhald og aðra sakkøna hjálp; tilsamans 2,1 mió. kr.

Á inntøkusíðuni er játtanin 1,6 millónir krónur, men inntøkan varð 3,6 millónir krónur.

Landsbankin fær inntøkur av at umsita Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og av at umsita ogn hjá almennum grunnum. Netto vóru útreiðslurnar tí 7,9 millónir krónur - nakað væl minni enn játtanin á 9 milliónir krónur.

Landsbankin er skorin við 800.000 krónum í 2025.

Les ársfrágreiðingina hjá Landsbankanum her.

Landsbanki Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder