Innanlands

Samleikin skoðaður og varðveitir góðkenningina

Hetta er aðru ferð, at Samleikin verður skoðaður fyri at tryggja, at Talgildu Føroyar lúka altjóða krøv um talgildar samleikar, og aftur hesu ferð stóð Samleikin seg og varðveitir sostatt góðkenningina

2021-09-22 11:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í farnu viku vóru KT grannskoðarar frá BSI Group í Føroyum og skoðaðu Samleikan. Hetta er aðru ferð, at Samleikin verður skoðaður fyri at tryggja, at Talgildu Føroyar lúka altjóða krøv um talgildar samleikar. Aftur hesu ferð stóð Samleikin seg og varðveitir sostatt góðkenningina, sum m.a. hevur við sær, at Samleikin kann brúkast uttanlands í framtíðini, og at føroyska koronupassið hevur fingið ES góðkenning.

Skoðanin var av bæði teknisku loysnini og øllum fyrisitingarligu kørmunum rundan um Samleikan. Tað merkir í stuttum, at skipanirnar, organisatiónin, mannagongdir og trygd vórðu farin ígjøgnum av grannskoðarunum fyri at tryggja, at alt lýkur høgu krøvini um talgildar samleikar.

Úrslitið hevur stóran týdning fyri Gjaldstovuna og Samleikan. At fáa staðfest av uttanhýsis parti, at Samleikin verður rikin á altjóða støði er við at skapa álit á Samleikan hjá bæði brúkarum, tænastuveitarum og øðrum áhugapørtum.

26.000 fólk hava fingið sær Samleikan, og tey hava longu ritað inn hálva millión ferðir á tær 9 ymisku talgildu tænasturnar, sum Samleikin gevur atgongd til.

[object Object]
Starvsfólk á Gjaldstovuni saman við hollendsku grannskoðarunum hjá BSI

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder