2020-01-03 15:40
Sáttmálarnir hjá 15 fakfeløgum fóru úr gildi í oktober í fjør, og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur higartil havt samráðingar við Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Men ongar samráðingar hava verið síðan 19. desember, og í dag sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, við Kringvarpið, at samráðingar byrja aftur seint í næstu viku.
Miðað verður eftir at avgreiða lønarsáttmálan við stóru feløgini fyrst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald