Samráðingar lidnar fyri í kvøld

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru tætt við at skipa samgongu. Flokkarnir hava samráðst í løgtinginum mánakvøldið, og beint eftir midnátt fóru flokkarnir hvør til sítt

Í kvøld hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn verið í løgtingshúsinum og arbeitt við at býta málsøki sínamillum. (Mynd: Sverri Egholm)

Í kvøld hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn verið í løgtingshúsinum og arbeitt við at býta málsøki sínamillum. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-20 00:39 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Teir tríggir flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, hava samráðst síðan mikudagin um at skipa samgongu. Sunnukvøldið stutt fyri midnátt fóru flokkarnir hvør til sítt, og tá var samgonguskjalið so at siga liðugt.

Flokkarnir eru komnir saman aftur mánadagin. Síðan klokkan sjey um kvøldið hava teir viðgjørt málsøkjabýti og fóru fyri lítlari løtu síðan hvør til sítt. Sum skilst eru samgonguskjal og býti av málsøkjum komin heilt langt, men tað er ikki heilt liðugt enn.

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, skal í morgin á fund við Jógvan á Lakjuni, sum enn er løgtingsstjóri, at greiða frá, hvussu gongur við royndini at skipa nýggja samgongu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder