Innanlands

Samráðingar verða tiknar uppaftur fríggjadagin

Klokkan 13 fara arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir til sáttmálasamráðingar aftur

Umboð fyri partarnar á fundi við Terja Sigurðsson, semingsmann, fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Umboð fyri partarnar á fundi við Terja Sigurðsson, semingsmann, fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2024-06-05 12:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú verkfallið gongur á fjórðu viku eru líkindi fyri at okkurt fer at henda. Umboð frá arbeiðsgevarunum og arbeiðsgevarafeløgunum hava havt fund við Semingsstovnin fyrrapartin, og tey eru komin ásamt um, at samráðast aftur.

Tað verður tó ikki her og nú, tí partarnir eru samdir um at taka samráðingarnar upp aftur fríggjadagin klokkan 13, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, við FM1 fyri løtu síðan.

Sum tíðin gongur verður støðan mýkt so mikið, at partarnir nú halda tað vera ráðiligt at taka samráðingarnar upp aftur, segði Terje Sigurðsson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder