Sámráðingarnar byrjaðar aftur í morgun

Umleið klokkan 11.20 fóru umboð fyri teir tríggjar flokkarnar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, aftur í fundarhølini, nú ið roynt verður at skipa samgongu. Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, er við á fundi

Høgni Hoydal, Marita Rasmussen og Ruth Vang á veg inn í fundarhøli 3. (Mynd: Sverri Egholm)

Høgni Hoydal, Marita Rasmussen og Ruth Vang á veg inn í fundarhøli 3. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-17 11:51 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Hetta er fjórði dagur á rað, at teir tríggir politisku flokkarnir, sum seinasta løgtingsvalskeið hava myndað andstøðuna á tingi, hava fundast um at skipa nýggja landsstýrissamgongu.

Mánadagin varð formansumfar, har Aksel V. Johannesen varð útnevndur sum samráðingarleiðari. Í fyrstu atløgu varð roynt at skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn, men tað bar ikki á mál.

Mikudagin tók Aksel V. Johannesen so stig til at royna at skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Teir hava fundast hvønn dag síðan tá. Í gjár, fríggjadagin, segði Aksel V. Johannesen, at fýra knútar vóru eftir at loysa. Seint seinrapartin var ein knútur eftir. Og eftir, at fundirnir vóru lidnir segði hann, at nú vóru knútarnir loystir.

So skuldu flokkarnir samanskriva eina kladdu til eitt samgonguskjal. Tað skuldi gerast leygardag og kanska sunnudag, um tað var neyðugt.

Flokkarnir møttust aftur í løgtinginum í dag umleið klokkan 11, og fóru so inn í fundarhøli 3 umleið klokkan 11.20. Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, er við á fundi at greiða frá einum tilmæli, sum Havstovan hevur gjørt. Magni á Deild, stjóri á Arbeiðsloysisskipanini, er eisini á fundi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder