Innanlands

Samráðingarnar eru farnar í gongd

Tingfólkini hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum eru í dag samlaði á Gamla Apoteki

Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-04 11:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár fekk Bárður á Steig Nielsen mandatið til at leiða samráðingarnar um nýggja samgongu

Fyrrapartin hittust flokkarnir á Gamla Apoteki, nú veruligu samráðingarnar byrja.

Bárður á Steig Nielsen sigur við Portalin, at flokkarnir eru samdir um summi viðurskifti, ósamdir um summi, og nú skulu knútarnir loysast. Formaðurin í Sambandsflokkinum var bjartskygdur, men kundi ikki siga nakað ítøkiligt um, hvussu leingi samráðingarnar fóru at taka. Í dag fóru flokkarnir tó at sita eina løtu - fyrst saman og so hvør sær.

Lagið tykist at vera gott á nývaldu tingfólkunum. Øll uttan Bill Justinussen úr Miðflokkinum vóru til staðar beint eftir klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder