![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjármorgunin byrjaðu samgongusamráðingarnar á Gamla Apotekið. Samráðingarleiðarin Bárður á Steig Nielsen var bjartskygdur, og tað er hann framvegis. Tað eru tó fleiri og stórar semjur, ið skulu finnast.
Sí eisini: Bárður á Steig Nielsen: - Um vit ikki fáa eina semju áðrenn týsdagin verður trupult
Í gjár var mest talan um yvirskipaðar samráðingar, har tingbólkarnir eisini vóru hvør sær, eins og teir tríggir formenninir sótu saman.
Í dag verður sum skilst eisini formansbólkur, og tríggir aðrir bólkar koma at arbeiða við samgonguskjalinum: Ein ið viðger fiskivinnuna, ein ið viðgerð almannamál og ein ið viðger orku og umhvørvi.
Nú klokkan 10 byrja dagsins samráðingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald