Samráðingarnar lidnar fyri í kvøld

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, sigur í kvøld, at síðstu knútarnir eru loystir í samgongusamráðingunum. Tey eru givin fyri í kvøld og møtast aftur í morgin klokkan 11, tá tilfarið skal samanskrivast til eitt samgonguskjal

Aksel V. Johannesen letur væl at fríggjakvøldið, eftir at samgongusamráðingarnar vóru niðurlagdar fyri dagin. Nú skal alt samanskrivast og fáast í eitt samanhangandi samgonguskjal. (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen letur væl at fríggjakvøldið, eftir at samgongusamráðingarnar vóru niðurlagdar fyri dagin. Nú skal alt samanskrivast og fáast í eitt samanhangandi samgonguskjal. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-16 19:22 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Samgongusamráðingar eru millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn um at skipa nýggja landsstýrissamgongu eftir løgtingsvalið 8. desembur.

Fyrr í dag vóru fýra knútar eftir. Fyri løtu síðan var ein knútur eftir. Nú sigur Aksel V. Johannesen, at flokkarnir eru komnir ásamt um innihaldið í einum samgonguskjali. Tey góvust umleið klokkan 18.30 í kvøld, og nú eru tey farin hvør til sítt.

Ætlanin er so at møtast aftur í morgin klokkan 11. Tá er ætlanin at samanskriva alt tilfarið og fáa tað niður á pappír. Mann ætlar altso at gera eina kladdu til eitt samgonguskjal. Tað verður gjørt í morgin, leygardagin, og kanska eisini sunnudagin.

Gongur tað væl, so er málsøkjabýti eftir, og tað kann eisini vera trupult og drúgt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder