Hóast regntíð og einki serligt veður í Franska Gujana, so var stórur munur at koma frá 25 hitastigum í tropiskum veðurlagi til høgættargjósturin við hita niður móti frostmarkinum í Hvannasundi.
Men hvat? Livar Nysted skal halda seg í sóttarhaldi á matriklinum teir fyrstu 14 dagarnar, so veðurlagið hevur ikki ta stóru ávirkanina á hansara trivnað í løtuni, har tað fyrst av øllum gongur út upp á at koma kropsliga fyri seg eftir meira enn fimmti strævin og baldrugt samdøgur í árabáti á víðum havi.
Hóast tað ikki eydnaðist at seta metini, sum ætlanin var tá teir fóru úr Portugal fyrst í mars, so er lagið framvegis gott, og dirvi er eisini til at seta sær nýggj mál og nýggj brøgd.
Portalurin var í Hvannasundi í gjár og gjørdi eitt prát við Livar við bryggjukantin beint undir húsum hansara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald