Uttanlands

Samskifti er millum USA og Grønland um framtíð Grønlands

Hetta hevur grønlendski uttanríkisráðharrin váttað í ES-tinginum. Men júst hvat er innihaldið er, kann Múte B. Egede ikki siga nakað um enn.

- Embætisfólk arbeiða ógvuliga hart við at loysa støðuna, staðfestir Múte B. Egede (Mynd: EPA)

- Embætisfólk arbeiða ógvuliga hart við at loysa støðuna, staðfestir Múte B. Egede (Mynd: EPA)

2026-09-02 11:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv hevur verið frammi um framtíðarstøðu Grønlands, men nú veruligt samskifti er millum USA og Grønland, fæst ikki nógv at vita.

Talan er møguliga um okkurt slag av samráðingunum.

Spurdur um støðuna undir einum kjaki í ES-tinginum (Europa-Parlamentinum), svaraði Múte B. Egede soleiðis sambært danska TV2.

- Embætisfólk arbeiða ógvuliga hart við at loysa støðuna. Tíverri kann eg ikki fortelja um smálútir í hesum samtalunum. Men eg kann siga at samskifti er í gongd millum londini.

Fyrrverandi landsstýrisformaðurin er nú uttanríkisráðharri Grønlands og hevur okkurt slag av samskifti við embætisverkið í USA.

[object Object]

Grønlendarar hava aftur og aftur gjørt greitt, at teir ikki ynskja at hoyra undir USA.

Sí eisini: - Grønland undir amerikanskt ræði áðrenn 2029

Grønland: Lat okkum sleppa framat!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder