
Tankarnir um at flyta virksemið hjá Samskipi til Skálafjørðin stungu seg upp, eftir at politisk avgerð var tikin um undirsjóvartunnil millum Havnina og Skálafjørðin. Sjálv avgerðin um at flyta varð tikin í fjør, og í august í ár flutti Samskip størsta partin av virkseminum inn í fyrrverandi Betabygningin á havnarlagnum í Runavík. Umsitingin liggur enn í Havn, men flytir sama veg við árslok. Tó verður ikki alt virksemið flutt til Runavíkar, tí køli- og frystigoymslan verður framvegis liggjandi í Kollafirði.
- Flytingin er sjálvandi beinleiðis tengd at Eysturoyartunlinum. Farmaflutningsvirksemið hjá okkum hevur ongantíð ligið í Havn, men í Kollafirði, og nú Runavík fer at liggja í somu frástøðu sum Kollafjørður til Havnina, meta vit tað vera munandi lagaligari at hava okkara virksemi liggjandi í Runavík, sigur Sjúrður Johansen, stjóri í føroyska partinum av Samskipi.
Les alla greinina í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út ókeypis hvønn leygarmorgun klokkan 7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald