Eftir nógv samskifti og tingingar í drúgva tíð hava Runavíkar havn og útgerðar- og flutningsfelagið Samskip skrivað undir sáttmála um samstarv.
Í mong ár hýsti Runavíkar havn rutusigling millum Føroyar og onnur lond, var í so máta ein av stóru havnunum í landinum, men sohvørt sum hesin flutningur varð miðsavnaður í einum øki í landinum minkaði virksemi, og hesi seinastu nógvu árini hevur rututrafikkur millum lond bert verið ein viðfáningur við Runavíkar havn. Onnur ferðsla og annað virksemi hevur kortini vigað nakað upp ímóti hesum – tí hevur virksemið hóast hetta verið vaksandi síðani 2010.
Sagt verður, at Skálafjørðurin er tryggasta havnin í landinum, og áhugin fyri at nýta hann sum skipahavn hevur í seinastuni verið alsamt vaksandi. Serliga eftir at atløgubryggja og nýtt havnalag var gjørt, sum vóru tikin í nýtslu hin 30. mai 2018 og eftir útfyllingina við gróti úr Eysturoyartunlinum framvið fjøruni heilt inn á Glyvrar.
Samskip er eitt av størru flutningsfeløgunum í Europa við deildum í 24 londum og oman fyri 1.700 starvsfólkum. Skipini, ið sigla á føroyaleiðini, Arnarfell og Helgafell, sigla undir føroyskum flaggi. Í P/F Samskip eru umleið 75 ársverk og eru hesi lutað millum fyrisiting, sølu, frystigoymslu, terminal og skipsmanningar.
Samskip og Runavíkar havn eru samd um, at Samskip frameftir hevur støð (terminal) við Skálafjørðin. Frá 1. august 2020 fara skip felagsins at sigla til og frá Runavík og øll umsiting teirra verður í tíðarskeiðnum frá 1. august 2020 til árskiftið 2020/21 flutt og staðsett í Runavík. Felagið leigar 12 túsund fermetrar frá Runavíkar havn til virkisøki og bingjupláss og felagið leigar goymslu- og skrivstovubygningin á matr. no. 219e, Glyvra bygd, sum Runavíkar havn eigur.
Runavíkar havn veitir Samskipum bryggjupláss, táið tørvur er á hesum, og ljósskipan og ravmagnsorka til køli- og frystibingjur skal skipast áðrenn hin 1. august 2020.
Annars eru partarnir vorðnir samdir um allar smálutir í samstarvinum og fegnast vit um, at tað bar á mál, hetta, at eitt av feløgunum, sum siglir í fastari rutu millum Føroyar og útlond valdi at leggja alt sítt virksemi við Runavíkar havn.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, vegna Runavíkar havn
Sjúrður Johansen, stjóri, Samskip
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald